Dripin av ísbjørn

Hetta er aðru ferð í ár, at maður er dripin av ísbjørn í Kanada.

Ein maður, úr Nunavut, sum var á veiðiferð eftir reinsdjórum og hvali á óbygdu oynni White Island norðalaga í Kanada, er dripin av einari ísbjørn. Veiðimaðurin var saman við tveimum øðrum, tá tilburðurin fór fram og teir, ið við honum vóru, fingu eisini smávegis snuddir í bardaganum við ísbjørnina.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at maður er dripin av ísbjørn í Kanada.

 

- Teir tríggir menninir vórðu lýstir saknaðir sunnudagin. Bæði flogfar og ísbrótari vórðu send avstað fyri at finna fram til, hvar menninir vóru. Tað var tó ikki fyrr enn týsdagin, at funnið varð fram til, at menninir vóru á óbygdu oynni, sigur løgreglan í Kanada í tíðindaskrivi.

 

Løgreglan sigur, at ein av veiðimonnunum er deyður, og hinir báðir hava fingið smærri snuddir. Ein kanning hevur víst, at teir tríggir menninir vóru offur fyri einum ísbjarnaálopi, sigur løgreglan.

 

Tað er sjáldan, at ísbjarnir leypa á menniskju. Men, skjótu broytingarnar við ísinum í Arktiska Havinum, har ísurin smeltar, gera, at ísbjarnir og menniskju nú liva tættari at hvørjum øðrum. Í staðin fyri at veiða á ísinum, veiðir ísbjørnin nú á landjørðrini í staðin.