Drillo skal venja Irak

Norski Egil Drillo Olsen, sum av mongum varð hataður fyri sína fótbóltsfatan, men sum samstundis leiddi Noreg móti altjóða hæddunum, skal nú virka sum landsliðsvenjari í Irak.

Mánadagin skrivaði hann nevnliga undir ein trý ára sáttmála við irakska fótbóltssambandið. Sum skilst, so vóru trygdarviðurskiftini hjá venjaranum sjálvum størsta forðingin, men eftir at hava fingið vissu fyri hesum, valdi Drillo at skriva undir sáttmálan.

Fyrr í ár vann Irak asiatiska meistaraheitið í fótbólti eftir finalusigur á Saudiarabia.