Drillo: - Eg livi ikki leingi aftrat

- Eg veit jú, nær fólk plaga at doyggja her í landinum. Eg eri á nógvan hátt inni í yvirtíðini, sigur fyrrverandi norski landsliðsvenjarin, Egil Drillo Olsen.

 

 

Fyrrverandi norski landsliðsvenjarin, Egil Drillo Olsen, róptur Drillo, sum eitt nú fekk Noreg við til tvey endaspøl í HM í fótbólti, hevur skrivað sína sjálvsævisøgu. Í samband við útgávuna sigur hann við norska Dagbladet, at hann neyvan fer at liva leingi aftrat.

- Eg havi ikki heilt nógva tíð eftir, eru orðini hjá kenda venjaranum, har hann situr heima hjá sær sjálvum úti á terassuni í Nordberg, høgt yvir norska høvuðsstaðnum, Oslo, og lítur aftur á lívið hjá sær.

Í samrøðu við Dagbladet sigur Egil Drillo Olsen, at hann hevur verið merktur av sonevndu Camus-filosofiini og tískil leggur hann ikki ætlanir fleiri ár fram í tíðina.

- Nú eg eri vorðin 78, geri eg tað so í øllum førum ikki. Eg veit jú, nær fólk plaga at doyggja her í landinum. Eg eri á nógvan hátt inni í yvirtíðini, sigur fyrrverandi landsliðsvenjarin við Dagbladet.

Hugsar tú ofta um tað?

- Ja, tað geri eg meira enn so. Eg hugsi um lívið. Tað fær ein enda, fyrr ella seinni, og nú havi eg ikki so ógvuliga nógva tíð eftir. Tað eri eg greiður yvir, sigur Egil Drillo Olsen í samrøðuni, sum kann lesast í dagbladet.no.

##med2##

Tá hann í sjálvsævisøguni eisini nevnir Camus-filosofiina hugsar hann um franska heimsspekingin og rithøvundan, Albert Camus, sum hevur sagt, at "... setir tú tær eitt mál, ert tú liðugur..."

Hetta hevur sambært bókini eisini verið motto'ið hjá Egil Drillo Olsen gjøgnum lívið. 

- Tað snýr seg um tilverugrundarlag og tað, at tú livir nú. Setir tú tær eitt mál í lívinum, gloymir tú at liva í nú'inum. Tað ræður um at gera tingini skilagott í tí støðu, tú til eina og hvørja tíð ert í, heldur fyrrverandi landsliðsvenjarin.