Drigið somu línu í 50 ár

Leygardagin kunnu hjúnini Anna Juul og Høgni Thomsen í Nólsoy halda gullbrúdleyp.
Hetta hátíðarhald er færri og færri hjúnum unt, men Anna og Høgni hava altíð hoyrt saman.
Tey hava upp gjøgnum árini verið nógv við í bygd­arlívinum, og serliga tá dans og sang umræður, hava tey verið hollir stuðlar.
Bæði hava stóran áhuga fyri føroyskum dansi og eru fastir fúsir í upp- og niðurgangstíðum hjá dansi­felagnum í Nólsoy. Eisini tá tað kemur til fólkadans eru tey bæði dyggir stuðlar, tó at tað nú eru nøkur ár síðani, at tað felagið var aktivt.
Í heila tikið seta tey ment­anina høgt, og Anna er grundstuðulin undir fornminnisfelagnum í Nóls­oy. Flaggskipið, Brunnhúsini, høvdu ikki verið tann drag­andi megin uttan Onnu.
Høgni í sínum lag hevur verið sjónleikinum í Nólsoy trúgvur, og eigur mangar og drúgvar løtur á palli, bæði í heimbygdini og kring landið, og hóast hann ikki er nakar ársungi longur er einki at ivast í, at hann kundi verið lokkaður at tikið eitt tørn aftrat á palli.
Men fram um alt er Høgni fróðarmaður. Hann kennir væl søguna í Nólsoy og veit frá nógvum at siga. Tað veit Anna fyri so vítt eisini. Hon hevur á mangan hátt givið sítt ískoyti til mentanina, ikki minst tá tað um føroyska búnan ræður, tí hon er til­tikin seymikona.
Eitt annað, sum eyðkennir gullbrúðarparið, er teirra lítillætni. Dáma einki at gera nakað hóvasták burtur úr sær. Men fyri líkasum at undirstrika alskni til mentanina og tað forna hava tey avgjørt, at hátíðarhalda dagin í Magnusarstovu, sum er barnaheimið hjá Onnu. Hesi gomlu húsini eru varð­veitt í upprunastíli og hava ofta verið karmurin um ment­anartiltøk av ymsum slag.
Sum so mangur annar bygdarmaður hevur Høgni seyð sum ítriv, og tað er náttúr­ligt, tí hann kemur úr tí man kann kalla bóndahúsi. Og nú synirnir báðir eru floygdir og farnir av rókini, er Sjeff – hundurin av óbe­stemmiligum puddilslag – ein sentralur partur av ger­andis­degnum.
Einki er at ivast í, at fleiri fara at nýta høvið at støkka framvið Magnusarstovu leyg­arkvøldið, og tað sig­ur seg næstan sjálvt, at tey bæði verða meiri ella minni fornermað, verður brúðar­vísan ikki havd á lofti.
Eg fari í hvussu er at ynskja teimum báðum hjarta­liga tillukku við gull­brúd­leypsdegnum og vóni, at tey eiga mong og eydnurík ár fyri framman.
-------
Leo Poulsen