4 spennandi fjórðingsfinalur verða í firmakappingini hjá Rás2 komandi vikurnar Kl. 11.15 í morgun tók Berghild Jacobsen frá Smyril Line lut um hvørjar fyritøkur skulu dystast í Firmakappingini hjá Rás2.
Lagt er upp til fýra spennandi fjórðingsfinalur í firmakappingini, har fyritøkan, sum vinnur kappingina, vinnur eina ferð við 20 fólkum við Norrønu. Fjórðingsfinalurnar verða hesar:
Týsdagin 3. mars kl. 11.15 :
Føroya Gluggi - Vøruhúsið á Hjalla
Hósdagin 5. mars kl. 11.15 :
MEST í Runavík - Dagstovnurin í Fuglafirði
Týsdagin 10. mars kl. 11.15 :
Innlendismálaráðið - Tryggingarfelagið Føroyar
Hósdagin 12. mars kl. 11.15 :
Skipafelagið Gráa Pakkhús - Rit og Rák
Lutakastið til hálvfinalurnar verður sent beinleiðis frá skrivstovuni hjá Smyril Line í Jónas Broncksgøtu í Havn, hósdagin 12. mars kl. 11.40.