Hóast The Dreams ikki sluppu at hita upp fyri Anastaciu, og ikki vunnu upptøku av einum lagi í frálíkum upptøkuhøli í London, tá teir luttóku í MTV a cut, so livur dreymurin um at gerast kendur yrkistónleikari enn, og nú sær tað út sum, tað kanska kann gerast til annað enn ein dreym.
The Dreams fara í desember til London at spæla eina sýnisglugga konsert fyri umboðum frá nógvum ymiskum plátufeløgum. M.a verður Sony Music umboðað. Nógv plátufeløg hava sýnt áhuga í bólkinum eftir luttøkuna í kappingini MTV a cut, har The Dreams gjørdist millum fýra teir síðstu bólkarnir.
Eisini fleiri av hinum luttakandi bólkunum tykjast áhugaverdir fyri plátufeløg, og tí hevur manningin aftan fyri MTV a cut gjørt av at skipa fyri eini sýnisglugga konsert, har allir MTV a cut bólkarnir luttaka. Umboð fyri nógv plátufeløg og tónleikaídnaðin annars koma at lurta. Hetta er ein fantastiskur møguleiki hjá okkum, sigur umboðsmaðurin hjá The Dreams Sverre Nolsøe. The Dreams ætla sær at taka henda møguleika, og fara tí nú til Danmarkar at spæla eina demofløgu inn, sum teir taka við til London.
Bólkurin hevur verið sera virkin á føroyska tónleikapallinum síðan luttøkan í MTV a cut kom fram, og hann spældi á hópin av tónleikafestivalum í summar. So hetta eru tí tríggir punkarar í toppformi, ið fara á pallin í London.
Leygardagin spældu teir saman við Paradox í Miðlahúsinum í Vágsbotni og hetta kann væl gerast ein tann síðsta konsert í Føroyum áðrenn útlandið veruliga tekur teir til sín, fyrst skal eisini luttøkan í Global Battle of the Bands avgreiðast.
Hoyr tónleik og les meira um The Dreams á www.the-dreams.com