Stóð á palli 12 ára gomul
Óluvá greiður frá, at fyrstu ferð hon stóð á palli, var tá hon 12 ára gomul gekk uppi í Ítróttarhøllini, har Neistin skipaði fyri árliga tiltakinum, aftur í 60?ini. Sjálv sigur hon, at fremsta orsøkin til at hon tá varð biðin um at ganga var, at klæðini vóru so smøl, og at tað tískil vóru av fáar, sum kundu vera í teimum.
Eftir hetta hevur hon so gingið model á nøkrum konsertum og líknandi, men veruligar mótasýningar hevur hon ikki roynt, tá vit práta við hana. Leygardagin var hon tó á palli í SMS, og var hetta fyrstu ferð, at hon skuldi vera á slíkari framsýning.
Mest sum av tilvild
Tá Óluvá gjørdi av at royna seg sum model, var hetta so at siga av tilvild. Tá Icelandic models komu til Føroya fyri fyrstu ferð, hevði Óluvá júst forvunnið sær nøkur oyru, við tað at hon hevði ansað eftir hundinum hjá grannanum.
Tá hon so sá, at Icelandic Models bjóðaði seg til at halda skeið fyri føroyingum, gjørdi hon av at tekna seg. Peningin fyri skeiðið átti hon jú, so tað var bara at royna seg.
Á skeiðnum lærdu tær so ymiskt, sum hevur við framførslurnar at gera, og fingu tær stig fyri alt hetta. Kolla, sum nú hevur verið í Føroyum nakrar ferðir, var skeiðleiðari, og afturat sær hevði hon ein dansilærara, sum so kundi vísa teimum, hvussu tær skuldu ganga o.a. Endaliga framførsla teirra var umborð á Norðlýsinum, og gingu tær so umborð og mólu í tunnum klæðum og berføttar. Sjálvandi var hetta eitt sindur kalt, men hinvegin var tað ikki verri enn ilt.
Kostar nógv
Eftir hetta vórðu nakrar av teimum, sum vóru á skeiðnum valdar út. Tá Kolla so kom aftur til Føroya, skuldi Óluvá so luttaka á næsta skeiðnum, men við tað at hon sjálv var stødd í Danmark, tá hetta skeið varð hildið, fekk hon ikki luttikið. Hon kom heim aftur sama dag, sum skeiðið endaði, og mest sum av óvart fór hon oman at vita, hvussu stóð til hjá luttakarunum. Hon fekk beinanvegin boð um, at ætlanin var, at hon skuldi við til New York.
Eftir at hava hugsað um hetta í eina tíð, gjørdi hon saman við foreldrunum av, at taka av tilboðnum. Tað er nevnliga soleiðis, at foreldrini alla tíðina verða kunnaði, so tey kunnu fylgja við í tí, sum gongur fyri seg hjá barni teirra. Harumframt kostar túrurin til New York fitt av peningi, og hetta mugu luttakararnir sjálvir rinda.
Óluvá dylur heldur ikki fyri, at hon er sera fegin um, at foreldrini stuðla henni, tí sum hon sigur, so er hetta ein ótrúlig uppliving, líkamikið um nakað hendir meira við hesum.
Bert 1 drongur
Sum sagt, so skulu umleið 15 ungdómar til New York. Av hesum er bert 1 drongur, so kanska er tað nakað um tosið, tá sagt verður at føroyskar gentur eru so vakrar, ímeðan føroysku dreingirnir ikki eru nær til so áhugaverdir.
Komin til New York skulu tær búgva á einum flottum hotelli. Nógvir filmar verða tiknir upp á hesum hotelli, og teimum er lagt eina við, at tey mugu fara nístandi yvir, um so er, at tey brádliga síggja onkra filmstjørnu spáka eftir gongini.
Síðani verður farið til sjálva framsýningina, og sjálvt um Óluvá er vald út millum fleiri aðrar, so hevur hon ongar vónar yvir høvur, tá vit spyrja hana, hvat ið hon heldur. »Eg havi ongar vónir um nakað sum helst, og havi frammanundan sett mær fyri, at taka hetta sum eina stóra uppliving. Skuldi tað allíkavæl hent seg, at okkurt tilboð kemur, vil eg sjálvsagt umhugsa hetta, men sum sagt, so vænti eg einki.«
Annars veit hon at siga, at vanliga klárar bólkurin hjá Icelandic Models seg sera væl. Óluvá sigur at vanligt er, at nakrar í bólkinum fáa boðið arbeiði beinan vegin, og har umframt, so er tað næstan vorðin fastur táttur, at bólkurin hjá Icelandic Models setir seg á eitt av fremstu plássunum í tí kappingini, sum eitur Group Runaway. Hetta er helst eisini eitt úrslit av, at Kolla einans sendir tey model yvir, sum hon metir hava ein møguleika fyri at standa seg.
Umframt hesa kapping, sum er fyri allan bólkin, so skulu tær royna seg í einari fotosessión, framførslu av einari replikk umframt eina impulsiva framløgu, har tær verða spurdar um eitthvørt tilvildarligt, sum tær síðani skulu svara upp á.
Hart arbeiði
Hóast hon ikki kann roknast fyri at vera model, so hevur Óluvá longu nú lært, at tað liggur nógv hart arbeiði aftan fyri vøkru myndirnar, sum vit síggja av ymsum modellum.
Síðani hon fekk at vita, at henni stóð í boði at fara til New York, hevur hon fingið greið boð um, hvat hon skal gera, og hvat hon helst skal halda seg burtur frá. Eitt nú er bannað at gera nakað sum helst við hárið, við tað at hetta skal síggja náttúrligt út, sum yvirhøvur gjørligt. Heldur ikki er loyvt at sminka sær, við tað at hetta fer ov illa við húðini.
Eisini skal hon drekka nógv vatn, helst einar 2 litrar um dagin, umframt at hon skal vanda sær sera væl um, hvat og hvussu nógv hon etur. Hetta seinasta heldur Óluvá vera tann størsta trupulleikan, við tað at henni dámar sera væl at fáa sær eina góða máltíð, men hetta eru so treytirnar, um man vil vera við.
Eisini verður roknað við, at hon venur nógv, og ikki er líkamikið, hvat slag av ítrótti talan er um. Hondbóltur og fótbóltur er í hvussu so er ikki tað, sum verður best dámt, við tað at tú kanst fáa blá merkir og annað í hesum ítróttargreinum. Styrkivenjing stendur á skránni nakrar ferðir um vikuna, og ikki nyttar serliga nógv at snýta í hesum, tí tær verða bæði vigaðar og máldar.
Kann ganga skjótt
Eisini hevur hon lært nakað um, hvussu skjótt tað kann ganga fyri seg í mótaheiminum. Tá vit tosaðu við Óluvá fríggjadagin, kundi hon greiða frá, at 5 av teimum gentunum, sum skulu við til New York, dagin fyri høvdu fingið boð um at koma til Íslands, og fríggjadagin vóru tær so á veg.
Kann verða at hetta eisini hendir fyri Óluvá, men sum vit longu hava greitt frá, so sigur hon seg ikki verða vónbrotna, um einki hendir, tí hon hevur frammanundan valt at taka alt hetta sum eina stóra uppliving.
Yngd takkar Óluvá fyri prátið, og ynskja henni góðan byrð framyvir.
J.M.