Dreymurin hjá Halli er nú veruleiki

Lutakastið í Nations League lagaði seg akkurát soleiðis, sum liðformaðurin á landsliðnum vónaði, at tað fór at gera

Mynd: FSF

Í kvøld er lutur kastaður í høvuðsborgini hjá UEFA í Lyon um, hvussu bólkarnir skulu mannast í Nations League kappingini, ið verður í 2022.

 

Lutakastið lagaði eg soleiðis, at Føroyar skulu spæla ímóti Turkalandi, Luksemburg og Litva.

 

Hetta eru nett tey mótstøðuliðini, sum liðformaðurin á landsliðnum Hallur Hansson segði seg vóna, at tey fóru at verða, tá ið hann undan lutakastinum á heimasíðuni hjá FSF segði, hvør dreymabólkurin hjá honum var:

 

– Eg hopi at vit koma at standa okkum væl í hesari kappingini, sjálvt um vit eru greiðir yvir, at mótstøðan hesaferð er ein heilt onnur.

 

– Øll hasi londini eru rímiliga sterk, so tað verður uttan iva torført, líkamikið hvat. Men dreymabólkurin er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, segði liðformaðurin Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF undan lutakastinum.

 

Londini í deild C eru hesi:

 

1)Turkaland, Slovakia, Bulgaria, Norðurírland

 

2) Grikkaland, Hvítarussland, Luksemborg, Norðurmakedónia

 

3) Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo

 

4) Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland, Føroyar og Gibraltar

 

Føroyar skulu spæla seks dystir, og tað er greitt, at teir fara at verða spældir í juni og september.

 

Mynd: FSF