- USA hevur framvegis langt á mál í stríðnum móti órættvísi, sigur Eric Holder, sum var fyrsti litti løgmálaráðharrin í USA, í samband við 50 ára dagin eftir at Martin Luther King bleiv dripin.
- Vit ganga enn í mótmælisgongum, vit stríðast framvegis, segði Eric Holder í eini talu í Memphis, býnum, har Martin Luther King bleiv skotin. Hann vísti í taluni á, at tann dag í dag eru myrkir menn yvirumboðaðir í amerikanskum fongslum og at minnilutar hava nógv verri møguleikar hvat útbúgving viðvíkur.
Tað eru í dag 50 ár síðani presturin Martin Luther King bleiv skotin í Memphis, Tennessee. Hann bleiv kendur sum forsprákari hjá teimum myrku, tá hann samskipaði eitt boykott móti bussunum í Montgomery, Alabama.
Stutt frammanundan var litta Rosa Parks handtikin fyri ikki at vilja reisa seg fyri einum hvítum manni og geva honum busssetur sítt. Boykottið hjá Martin Luther King vardi í yvir eitt ár.
Í 1963 helt Martin Luther King kendu taluna, sum hevur fingið heitið Eg havi ein dreym, har hann krevur líka rættindi fyri allar borgarar.
Longu árið eftir samtykti amerikanska Senatið eina lóg, sum forbjóðaði rasuskilnaði og sama ár fekk Martin Luther King friðarheiðursløn Nobels. Árið eftir fingu myrkir amerikanarar atkvøðurætt.
Martin Luther King var einans 39 ára gamal, tá hann bleiv skotin 4. apríl 1968.










