Kvinnutingið í fjør varð so mikið væl umtókt, at tað var fultteknað rættiliga skjótt. Nú verður nýtt høvi at sleppa á Kvinnuting í Leguhúsinum í Nesvík.
Í ár verður Kvinnutingið hildið fyrsta vikuskiftið í februar mánaði við høvuðsevninum: Tá dreymur ikki gerst veruleiki.
Hetta evnið verður lýst við framløgum, fyrilestrar, áhugatímum og práti millum kvinnurnar hesar báðar dagarnar, ið tiltakið varir.
Hesi serstøku Kvinnutingini í Nesvík byrjaðu í 2009, og var undirtøkan so góð, at ein hevur valt at halda fram við teimum.