Dreymurin er vorðin veruleiki

Jónas Þór Næs er fluttur frá at vera lærlingur og til at vera 1. liðsspælari í Frem, sum hann í desember bant seg til inntil 2006 verður at enda komið

Gamla stórfelagið í Valby í Keypmannahavn, Frem, er rættuliga vorðið felagið hjá føroyskum fótbóltsspælarum. Í fjør vóru bæði Jón Rói Jacobsen og málverjin Gunnar Nielsen í besta hópinum, og nú hevur ein føroyskur spælari afturat fingið pappír uppá, at hann telist millum teirra, sum kappast um plássini á besta liðnum. Frem er í næstbestu deildini, har teir eru næstovastir og harvið hava teir góðar møguleikar undan summarfrítíðini at endurvinna plássið, sum teir fyri einum ári síðani mistu í superliguni.
Tað var stutt undan jólum, at Jónas Þór Næs, tí tað er hann, sum henda greinin snýr seg um, og Frem skrivaðu undir orduligan sáttmála, um tað ber til at siga tað soleiðis. Frammanundan og upprunaliga inntil nú í summar var Jónas bundin at Frem í lærlingasáttmála. Men í heyst gjørdu teir í Frem av, at teir vildu knýta føroyska vongverjan og miðvallaran nærri at felagnum, og nú er Jónas ikki longur fótbóltslærlingur, men parttíðar yrkisspælari á sama hátt, sum eitt nú Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen eru tað. Frem og Jónas hava pappír upp á hvønn annan fram til ársenda í 2006.
- Eg eri sera fegin um, at Frem hevur víst mær sovorðið álit. Tá ið eg fór úr Føroyum, var dreymurin, at tað skuldi eydnast at fáa høvi til at royna, hvussu langt fótbóltsevnini rukku, og at eg nú eri vorðin partur av besta hópinum í Frem, síggi eg sum, at dreymurin er vorðin til veruleika. Tað er bara orsaka av fótbóltinum, at eg havi valt at búgva í Danmark. Um eg ikki vildi røkka longur í fótbóltinum, so hevði eg heilt víst búð í Føroyum. Tí kennist tað gott, tá ið úrslit spyrjast burturúr, staðfestir Jónas Þór Næs, sum 27. desember fylti átjan ár, tá ið vit fanga hann í telefonini úr Ishøj, har hann býr, og har hann eisini gongur í handilsskúla.
- Eg gangi í skúla hvønn dag, og vit venja hvønn einasta dag klokkan 15. Í vikuskiftunum er fótbóltur á skránni. Eg eri komin hálva leið fram ímóti HH prógvi. Talan er um serliga ítróttaravtalu, sum ber við sær, at tíðin til útbúgvingina er trý ár í staðin fyri tvey.

Stór kapping
Jónas greiðir frá, at tað var eina viku undan síðsta umfarinum í næstbestu deildini í heyst, at hann varð biðin at venja við besta Frem liðnum. Eftir at sáttmálin varð undirskrivaður var tað avrátt, at hann støðugt skuldi venja saman við teimum bestu, og tað hevur hann so gjørt síðani eftir ársskiftið.
Frem hevur spælt tveir venjingardystir. Leygardagin spældu teir á heimavølli ímóti IFK Malmø, og Frem vann 4-2. Týskvøldið var Frem hinumegin Oyrasund. Tá spældu teir málleysan javnleik í Landskrona.
Jónas Þór Næs var hvørgu ferðina millum teir fyrstu ellivu, men hann varð skiftur inn, og sum tað skilst í Frem, so er Jónas á ongan hátt longri frá teimum fyrstu ellivu nú, enn hann var, tá ið farið varð undir fyrireikingarnar til seinna partin av spennandi landskappingini.
-Kappingin er rættuliga stór um plássini, og eg dugi ikki sjálvur at meta um, hvørjar møguleikar eg havi at vinna pláss á liðnum. Tá ið eg fái møguleikan, royni eg at leggja alt tað í, sum eg eri førur fyri, og so er tað upp til venjaran at gera av, hvør skal spæla, sigur Jónas, og tað er ikki frítt, at tað hoyrist, at hann trívst í nýggju avbjóðingini. Í Frem hevur Jónas verið vongverji í høgru og á miðvøllinum.
Tá ið vit spyrja unga mannin, sum spældi í B36, áðrenn hann fór til Danmarkar at royna fótbóltsevnini, hvørjar tað er, at hann kappast við, og hann nevnir onkrar teirra, so verður undirstrikað, at tað er ikki lítil álitisváttan, sum Frem leiðslan hevur sýnt átjan ára gamla føroyska unglinganum. Ein av spælarunum er Martin E. Jensen, sum fyri stuttum hevur verið í USA við danska U 21 landsliðnum, ein annar er 30 ára gamli Morten Hamm, sum hevur spælt á superliguliðnum í Viborg, og ein triði er Stefan K. Hansen, sum hevur roynt seg í FCK og eisini í Fremad Amager.

Landsliðið bíðar
Næstan uttan undantak hevur tað verið soleiðis, at teir føroysku spælararnir, ið eru komnir í hitan í bestu og eisini næstbestu deildini í Danmark, hava fingið landsliðsboð. Tað hevur Jónas, sum frammanundan hevur royndir frá yngru landsliðunum ikki fingið enn. Men sjálvandi er tað upplagt, at landsliðsvenjarin, sum býr høgliga fyri, heilt skjótt fer at sýna unga mannin. Tað hevur hann møguleika at gera longu leygardagin, tá ið Frem fer at spæla venjingardyst ímóti Nykøbing Falster Alliancen.
- Sjálvandi er tað ein dreymur at fáa landsliðsboð. Serliga nú eg eri vorðin og gamalur at spæla á yngru landsliðunum, sum mær hevur dámt væl at spælt á. Men eg hugsi ikki so nógv um landsliðsmøguleikan í gerandisdegnum. Tað ræður um at gera sítt besta hvørja ferð undir venjing og í dystum, er jarðbundna viðmerkingin hjá Jónas Þór Næs, sum tað eftir øllum at døma fer at verða meiri at frætta frá í næstu framtíð.
Jón Rói Jacobsen verður roknaður millum lyklaspælararnar í Frem, men hann hevur ikki verið á liðnum í teimum báðum vinardystunum, sum seinastu dagarnar hava verið á skránni móti svenskum liðum. Undir venjing í síðstu viku varð Jón Rói stemplaður niður á fótin, og tað ber við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu vikuna. Gunnar Nielsen venur saman við Jónas, og hann er støðugt klárur at tørna til í Frem málinum, har Jørgen Nielsen er fyrsti málverji.