Dreymurin er veruleiki

Havant and Waterlooville venjarin, Shaun Gale ásannaði í dag, at dreymurin er veruleiki, eftir liðið úr Hampshire, ið dagliga spælur í Blue Square South deildini, ið er ein av non-league liðunum, vunnu sær rættin til ein dreymadyst móti Liverpool á Anfield í næstu viku

Hampshire felagið spæla móti Rafael Benitez og hansara monnum, næsta leygardag, eftir at teir vunnu móti Swansea City FC, við 4-2 sigri í gjárkvøldið, tá teri spældu umdyst í triðja umfari av FA Cup. Tað er ein ómetaliga góð kensla, eg nú havi. Mínir spælarar vóru heilt fantastiskir, sigur Havant&Waterlooville venjarin, Shaun Gale