Dreymurin er longu náddur

Chief One sigur í samrøðu við Rás2, at áhugin fyri føroyska bólkinum The Dreams undan kappingini í kvøld er ótrúliga stórur - Tað er ekstremt stórur áhugi. Eg havi verið í hesu vinnuni í 20 ár, og eg havi ongantíð upplivað, at so stórur áhugi er skaptur uppá so stutta tíð, sigur Chief One.

 

Hann ynskir ikki at bólkurin skal vera skuffaður, um teir ikki vinna. Tað týdningarmesta er at fáa eina feita konsert, hetta snýr seg fyrst um tónleik, sigur hann við Rás2.

 

Eitt av endamálinum við at luttaka í Grand Prixnum er at skapa uppmerksomheit um bólkin, og hetta málið er longu rokkið sambært Chief One.

 

The Dreams skulu tildømis spæla við í yvir 15 festivalum, videoløg hjá bólkinum verða spæld á tónleikasendingum, og fleiri miðlar hava gjørt samrøður við bólkin.

 

Føroyingar kunnu atkvøða við at smsa sang 09 til 1212