Ársins talent
Herfyri varð Robert Thomsen valdur at vera eitt av 100 ”årets talent 2008” í Danmark. Tað er Berlingske Nyhedsmagasin, sum hevur valt 27 ára gamla norðragøtumannin til hendan heiður.
Robert hevur seinastu átta árini starvast á hotellinum 71 Nyhavn Hotel, og í dag hevur hann heitið ”hotelchef”, sum er næsti maður stjórans.
Hann hevur arbeitt seg upp eftir stiðanum, har hann í ár 2000 byrjaði sum tænari.
Robert sleit sínar barnaskógvar í Norðragøtu, har hann eisini plagdi at hjálpa til í kioskini, sum mamman, Mary Thomsen, sum doyði í ár 2000, hevði í Norðragøtu.
Pápin er Eyðfinnur Thomsen.
- Eg eri sera fegin um hendan heiður, sum avgjørt kann vera mær til hjálpar at náa mínum máli í lívinum.
Men hvat er so málið hjá unga manninum úr Norðragøtu?
- Eg havi altíð viljað komið so langt, sum eg kann, og eg havi sett mær sum mál, at eg skal verða hotelstjóri, áðrenn eg eri 30 ár, sigur Robert Thomsen.
Hann ásannar, at tað hevur gingið skjótt upp eftir stiðanum hjá honum, og nú er hann næsti maður stjórans.
- Vit hava ongan stjóra á hotellinum beint í løtuni, so dagliga ábyrgdin hvílir á mær. Tað eru 9 hotellir í hesi ketu, og øll eru í Keypmannahavn. Vit hava ein konsern-stjóra, sum er mín yvirmaður. Í løtuni byggir ketan trý nýggj hotellir, og eg haldi, at hetta er eitt spennandi virksemi við stórari framtíð. Tí fari eg at halda fram, og málið er at gerast hotelstjóri á einum av hotellunum hjá ketuni.
Robert sigur, at arbeiðsdagurin er langur, og hann arbeiðir eisini heimanífrá.
- Umframt krevjandi arbeiði, lesi eg eisini HD.
71 Nyhavn Hotel er eitt hotell við 150 kømrum.
- Hetta er fyrsta sonevnda pakkhúshotellið í Keypmannahavn - eitt hugnaligt hotell í einum gomlum pakkhúsum við bjálkum, sigur hann.
Robert Thomsen fyllir 28 ár 22. juli, og hann heldur, at tíðin til at gerast hotelstjóri til ta tíð er nóg long.
- Jú, enn er ein tíð eftir, og eg trúgvi, at heiðurin, eg nú havi fingið sum eitt av ”årets talent” í Danmark, er eitt skump í rætta endan, sigur ungi og fryntligi norðragøtumaðurin.