Dreymurin er at gera eina lívssúlu

Dreymurin hjá einum av okkara størstu listamonnum nakrantíð, Trónd Paturssyni er at fáa frið og stundir at gera sítt lívsverk - eina lívssúlu. Til at kunna tað hevði eitt nú ein starvsløn í trý ár komið væl við. Rás2 hevur hitt listamannin, sum fylti 65 ár tann 1. mars. Rás2 í dag klokkan 18. Vertur er Jan Müller.

Tann 1. mars fylti Tróndur Patursson 65 ár. Hann varð tá stæddur umborð á Norrønu, og Jan Müller fekk orð á hann. Í samrøðuni fara teir víða í lívinum hjá Tróndi bæði sum listarmaður og ævintýrari. Tróndur greiðir frá fleiri av sínum mest spennandi uppgávum sum listamaður og eisini hvørji ynski og dreymar hann hevur um framtíðina. Samrøðan verður at hoyra í Rás2 í dag klokkan 18.