Dreymurin er at gera egnan sjónleik

13 ára gamli Philip Reinert Ovenberg hevur seinastu vikurnar verið at sæð í sjónleikinum Kúlla Knút í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hóast hetta er fyrsta ferðin hann spælir sjónleik, so er hansara stóri dreymur at gera ein sjónleik sjálvur

? Mær dámar ógvuliga væl at spæla sjónleik. Tú hittir nógv fólk, og tú sært eisini nógv, sum tú kennir ímillum teir nógvu áskoðararnar, sigur Philip Reinert Ovenberg.
Fyri einum mánaði síðani fór sjónleikurin Kúlla Knút av bakkastokki, har áskoðarin hittir Fittu Lisu, Kúlla Knút, Frú Skund og nógv onnur.
? Eg var í Danmark við mammu, pápa og systir míni, og tá ringdu tey í Sjónleikarahúsinum til mín og spurdu, um eg hevði hug at vera við í sjónleikinum, greiðir Philip frá.
Philip hevur verið við í sangbólkinum Ung Stjørnuskot, har hann hevur sungið onkran solo-sang, og heldur hann, at tað er helst her frá, at tey kenna hann. Og í Ungum stjørnuskotum hevur hann sungið í fýra ár.
?Eg havi ongantíð spælt sjónleik fyrr. Vit hava onkuntíð spælt sjónleik í skúlanum, men tá havi eg bara havt lítlar leiklutir.
Tá ein ongantíð hevur spælt sjónleik fyrr, so er tað eitt sindur torført at seta seg inn í. Philip greiðir frá, at onkuntíð varð vant eini sjey ella átta tímar út í eitt.
? Tað er sjálvandi eitt sindur strævið við skúlanum og øllum øðrum, men eg royni at fáa tað at passa so væl saman sum til ber, sigur Philip.
Jólakalendarin
Í løtuni eru Philip og Konni Kass Jacobsen, sum spælir Fitta Lisa í Kúlla Knút, í holt við at taka upp uppi í Útvarpinum til jólakalendaran.
? Vit vórðu spurd um vit dugdu at syngja og um vit vórðu áhugað í at gera jólakalendaran og tað gjørdu vit so. Hann byrjar so tá í desember mánaða.
Nú Philip hevur spælt sín fyrsta sjónleik, hevur hann longu fingið blóð upp á tonna.
? Eg havi longu teknað meg til at læra at spæla sjónleik, og eg ætli mær til Ung í Føroyum 2003, har eg ætli mær at framføra onkran sjónleik og tónleik.
Philip heldur, at tað hevði kanska verið stuttligari at spælt vaksnamannasjónleik.
? Í Kúlla Knút eru nógv vaksin ting, sum børn als ikki skilja, sigur hann.
Síðani Kúlla Knút byrjaði í Sjónleikarahúsinum eru fleiri og fleiri farin at kenna Philip aftur á gøtuni. Fleiri venda sær á og rópa Kúlla Knút eftir honum, og hann fær nógv sms um dagin frá fólkum, sum hann als ikki kennir.
? Eg verði helst noyddur at fáa mær loyniligt nummar, tí eg fái alt ov nógv sms. Tey eru frá fólkum, sum hava funnið mítt nummar á internetinum. Men at fólk rópa Kúlla Knút eftir mær, haldi eg bara er stuttligt.
Philip sigur, at hann ætlar sær heilt vist at halda fram innan sjónleikaraheimin, og tann heilt stóri dreymurin er, at einaferð gera sín egna sjónleik.