Borðoyarvík:
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, var skýrdur at vera ein ørvitisknokkur, tá hann, fyri nærum 20 árum síðani sum borgarstjóri í Klaksvík, byrjaði at tosa um undirsjóvartunlar í Føroyum. Sami ørvitisknokkur kundi týsdagin fáa sær ein stein burturúr rúgvuni við tunnilsmunnan til Norðoyatunnilin.
? Hetta er ein dreymur, sum er vorðin til veruleika, segði ein ovurfegin Jógvan við Keldu.
Hann ásannaði tó beinanvegin, at tá hann í sínari tíð sum borgarstjóri í Klaksvík byrjaði at tosa um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, droymdi hann ikki um, at hann fór at umboða Føroya Landsstýri, tá so endiliga gongd kom á tunnilsarbeiðið.
? Hetta er ein søguligur dagur fyri okkum øll, og hesin steinurin ikki minni søguligur, segði Jógvan við Keldu.
Hann helt røðu til móttøkuna, sum var í høllini hjá Føroya Konsortium uppi við vegin út til tunnilsmunnan. Har kom hann ikki so nógv inn á tað, sum í dag er fortíð, men heldur tosaði hann meira um teir stóru møguleikarnir, sum nú fara at liggja fyri framman.
Somuleiðis bar hann fram eina heilsu frá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, og landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, sum ikki fingu verið tilstaðar til søguligu løtuna.










