Dreymamál frá Símuni

Við drønhøggi úr 25 metrum vissaði Símun Samuelsen sigurin, tá Keflavík í gjárkvøldið vann 3-2 á FC Midtjylland

Fótbóltur

 

Jógvan Martin Olsen var millum áskoðararnar, tá Símun Samuelsen enn eina ferð tók stóru yvirskriftirnar fyri Keflavík.

Dagurin tóktist annars einki serligur hjá Keflavík, tá FC Midtjylland eftir bara 20 minuttum hevði skotið seg upp á 2-0.

Men Keflavík sýndi eyðkenda íslendska treiskni, tá teir noktaðu at geva seg yvir. Og ikki minst átti Símun stóru lut í hesum. Eftir at Guðmundur Steinarsson hevði minkað um munin, breyt Símun brádliga ígjøgnum í vinstru. Neyva innleggið fann Tórarinn Kristjánsson, og so stóð á jøvnum, tá farið varð til hálvleik.

Og so var tað aftur Símun, sum stjól myndina. 12 minuttir eftir steðgin høgdi hann til úr 25 metrum, og vakurt smoygdi bólturin sær inn undir samankomingina uttan nakran sum helst møguleika hjá danska málverjanum.

Við sigrinum hevur Keflavík eitt ikki heilt ógjørligt útgangsstøði undan seinna dystinum, tó at FC Midtjyllan við tveimum útivøllarmálum eisini fer at spæla fyri sínum møguleika.