Dreymaliðið hjá Jóan Símuni

Jóan Símun Edmundsson hevur sett sítt dreymalið av landsliðsspælarum

Í samband við landsliðsúttøkuna hjá Jóan Símuni Edmundssyni, hevur heimasíðan hjá Arminia Bielefeld biðið Jóan Símun Edmundsson sett eitt dreymalið av mótstøðuspælarum, sum hann hevur spælt móti á landsliðnum.

 

Talan er í flestu førum um heimsstjørnur, men onkur óvæntaður spælari er eisini við. Í sínum hálvt hundrað landsdystum hevur hann spælt móti londum sum Italia, Týsklandi, Portugal, Svøríki og Fraklandi. Tað setur sín dám á liðið.

 

Í málinum stendur Gianluigi Buffon, sum vardi málið hjá Italia til undankappingina til EM 2012. Italia vann 1-0 á Tórsvølli og 5-0 í Italia. Í verjuni eru Philipp Lahm, týskur heimsmeistari og liðskipari, portugisiski Pepe, italski Giorgio Chiellini og David Alaba úr Eysturríki.

 

Á miðjuni eru tað italska parið, Andrea Pirlo og Thiago Motta, og verjukendi miðvallarin úr Portugal, William Carvalho. Her sigur toftamaðurin, at Andrea Pirlo er tann spælarin, ið hevur bergtikið hann mest, meðan William Carvalho eftir hansara tykki er undirmettur.

 

Í álopinum er talan um stóru stjørnurnar. Cristiano Ronaldo, Zlatan Ibrahimovic og Franck Ribery. Her sigur Jóan Símun millum annað, at Franck Ribery vísti honum hvussu góður ein spælari kann blíva. Toftamaðurin fekk sína debut móti Fraklandi í 2009. Orð eru óneyðugt um hinar báðar – teir eru heimsstjørnur og tað er ikki uttan orsøk.

 

Dreymaliðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni:

Gianluigi Buffon - Philipp Lahm, Pepe, Giorgio Chiellini, David Alaba - Andrea Pirlo, William Carvalho, Thiago Motta - Cristiano Ronaldo, Zlatan Ibrahimovic, Franck Ribery