22. desember skipar Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri jólakonsert við The Dreams í Hoyvíkshøllini. The Dreams fara millum annað at spæla sangir av nýggjastu fløguni ?Den nye by?. Konsertin er ætlað sum eitt trivnaðarátak millum børn og ung í Hoyvík.
Tiltakið verður hildið í rúsfríum karmum, og verður peningaligt avlop, fer ágóðin til ungdómsarbeiðið hjá Tórshavnar kommunu í Hoyvík.
Atgongdin er avmarkað, tí einans 1070 atgongumerki verða seld.