Dreymahøgg sendi HB á sigurskós (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe um EB/Streymur-HB 0-3 (0-0)

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr samrøðu við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi.

2) Hoyr samrøðu við Rasmus Nolsøe, hjálparvenjara hjá HB.

Samrøðurnar vóru gjørdar aftaná HB hevði vunnið 3-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði seinnapartin. 

HB dugdi at taka av møguleikunum. Bæði tá støðan var 0-0 og 1-0 til HB hevði EB/Streymur stórar málmøguleikar, ið vóru misnýttir, og tá EB/Streymur gjørdi sjálvmál til støðuna 0-2 gjørdist brekkan ov brøtt hjá heimaliðnum, og nakað undan dystarloki staðfesti Símun Samuelsen sigurin við at skora til 3-0.

Jákup Martin Joensen kann iðra seg um, at heimaliðið ikki tók av. Rasmus Nolsøe heldur, at HB arbeiddi seg meir og meir inn í dystin, og hann staðfestir, at tað var eitt dreymahøgg hjá Adrian Justinussen, ið fekk HB á sigurskós tá ein tími var spældur av dystinum. S