Dreymagentan er sjarmerandi


Væl hevur gingist hjá 12 ára gamla Brandi Enni, eftir at hann fyri góðari viku síðan gav út fløguna "Waiting In The Moonlight". Tær ungu genturnar eru púra villar eftir hesum unga drongi, og telefonin hevur uttan steðg bippað við fittum sms-boðum

Fyri góðari viku síðan gav hann út fløguna "Waiting In The Moonlight", sum hann, saman við nøkrum av teim fremstu tónleikarunum í Føroyum, hevur framleitt.
Í hesum sambandi skipaði hann eisini fyri trimum stórum konsertum í Norðurlandahúsinum, og útselt var til hvørja konsert.
Ungar gentur í hópatali høvdu ognað sær atgongumerki til konsertinar, og tær gjørdust ikki vónbrotnar av hesum evnaríka unglinga.

Dult nummar
Eftir konsertina hevur fartelefonin hjá Brandi uttan íhald bippað við fittum sms-boðum frá ungum sprundum, og summar eru enntá so ósmædnar, at tær eisini tora at ringja til hansara.
- Tað eru mest gentir, sum ringja um alt møguligt. Tær flestu vóru við til konsertirnar, og tær siga, at konsertin var super. Onkrar siga eisini, at eg syngi mega gott, greiðir Brandur frá.
Onkur hevur eisini sagt við hann, at hann er ordiliga fittur, men tað vil Brandur helst ikki, at vit skriva so nógv um.
Men hóast hann heldur, at tað er stuttligt og uppmuntrandi at fáa nógvar afturmeldingar, so kann tað eisini gerast ov nógv av tí góða.
- Tann eina dagin, tá eg kom út eftir ein skúlatíma, stóð "40 missed call" á telefonini, umframt at eg eisini hevði fingið eina rúgvu av sms-boðum, greiðir hann frá.
Men tíanverri, so órógvar hetta eisini gerandisdagin rættiliga nógv. So Brandur mátti í vikuni skifta yvir til dult nummar.
- Tað er sjálvandi keðiligt. Best hevði verið, um onkur kundi svarað øllum hesum fyri meg, men tað ber so ikki til. Men hvør veit, kanska tað kemur einaferð seinni, flennur hann.

Dreymagentan sjarmerandi
Hóast nógvar gentur hava ringt og sent sms-boð til Brand, so hevur hann enn onga dámu funnið sær. Men vit ivast onga løtu í, at Brandur kennir nógvar fittar gentur, sum kundu hugsað sær at sloppið at kent hann eitt sindur betur enn allar hinar.
- Eg vil bara siga, at eg kenni eina, sum er serliga fitt. Meir fært tú ikki at vita, smílist Brandur, tá vit koma inn á hetta evnið.
Men hann fortelur okkum, at dreymagentan skal vera fitt, pen og ikki minst sjarmerandi.
- Mær dámar best gentur, sum eru nattúrligar. Tað er ordiliga sjarmerandi, heldur hann.

Eigur bát
Hóast tónleikurin síðstu tíðina hevur fylt nógv í lívi hansara, so hevur Brandur eisini onnur áhugamál. Millum annað eigur hann ein lítlan bát, sum hann, saman við vinunum, plagar at fara út á fjørðin við.
- Einaferð vóru vit fleiri, sum fóru út ein túr. Men meðan vit vóru úti á fjørðinum, bleiv veðrið eitt sindur keðiligt, og aldurnar brutu inn í bátin. Tíanbetur komu vit heim aftur í øllum góðum, men vit blivu so plaskvát. Ein skuldi trúð, at vit høvdu verið í brúsu, fortelur hann.
Eisini dámar honum væl at ganga í haganum, tá veðrið er gott. Tætt við bústaðin á Tvøroyri liggur Hvannhagi, og har dámar Brandi væl at vera saman við vinunum.
- Har er so deiliga friðarligt, og so sær man norð yvir allar oyggjarnar. Eisini er eitt lítið vatn har, sum vit plaga at svimja í, tá tað er heitt úti, greiðir Brandur frá.

Trýr uppá tað
Vit sleppa ikki uttan um tónleikin, tá vit tosa um Brand Enni. Hóast hann bara er 12 ára gamal, so hevur hann longu verið í Íslandi, Grønlandi og Danmark, har hann hevur upptraðkað fyri fleiri fólkum.
Ætlanin er eisini, at nýggja fløgan hjá honum skal marknaðarførast uttanlands, og vónin er, at hann fær eitt gjøgnumbrot onkrastaðni.
Og sjálvur heldur Brandur eisini, at møguleikin er til staðar.
- Eg eri væl nøgdur við fløguna, nú hon er liðug. Tónleikararnir, sum eru við, hava gjørt eitt ordiliga gott arbeiðið, og allir sangirninir eru framúr góðir. So nú er bara eftir hjá mær at liva upp til alt hetta, og tað ætli eg mær eisini at royna at gera, sigur Brandur at enda.