Tað eru nýggjar tíðir í steypakappingini. Ella rættari eru tíðirnar nú aftur soleiðis, sum tær plagdu at vera undan túsundára skiftinum.
Tá vann HB oftari finalurnar um ísafjarðarbikar, ísafjarðarsúlur og løgmanssteyp enn øll hini feløgini tilsaman. Ikki so sjáldan var tað í lokaluppgerð imóti B36.
Nógvu tey síðstu árini hevur tað vent heilt øðrvísi, enn tað plagdi at gera.
Nógvu tey síðstu árini hava tað verið feløg av bygd, sum hava vunnið finalurnar.
Síðani B36 í 2006 vann 2-1 ímóti KÍ hevur einki felag í høvusstaðnum vunnið steypafinaluna. Síðsta ferðin, at HB vann steypakappingina var í 2004, tá ið úrslitið ímóti NSÍ var 3-1.
Síðani tá hava tað verið feløgini norðanfyri Hórisgøtu, sum við finalum í kappingini um løgmanssteypið hava tryggjað sær skjóta vegin í europeisku kappingina.
Serliga eru tað samansettu feløgini EB/Streymur og Víkingur, sum hava gjørt um seg. EB/Streymur vann í 2007, 2008, 2010 og 2011, og Víkingur vann í 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015.
Longu í fyrsta umfari í ár vórðu KÍ og NSÍ varpað úr steypakappingini. Tey vunnu ávikavíst í 2016 og 2017.
Hálvfinalurnar vera 30. mai og 13. juni. Tað er greitt, at tríggir av fýra dystum í hálvfinaluni vera í høvuðsstaðnum, tí B36, HB og AB eru í hálvfinaluni saman við Suðringum.
Tað er spenningur um, hvussu lutakastið verður. Ein spurningur er, um tað eftir lutakastið framvegis verður møguleiki fyri finalu millum grannarnar í Gundadali. Tann møguleikin verður framvegis, um grannarnir ikki hittast í hálvfinaluni.
B36 og HB hava dystast í átta finalum. HB hevur vunnið seks, og B36 hevur vunnið tvær.
Síðsta finalan millum grannarnar í Gundadali var í 1991 ella fyri 27 árum síðani. Tá vann B36 1-0. Einasti málskjúttin var Bergur Magnussen, sum skoraði sigursmálið longu í 11. minutti. Hetta var fyrsti steypasigurin hjá B36 síðani 1965, tá ið finalan, sum eisini var ímóti HB, endaði við 3-2 sigri.
Síðsta ferðin, at HB vann steypafinalu ímóti B36, var í 1969. Tá var úrslitið 2-0. Málskjúttar vóru Eyðfinn Lamhauge og Heri Nolsøe. Bæði málini vórðu skorað síðstu tíggju minuttirnar undan steðginum.
HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir, og B36 hevur vunnið hana fimm ferðir.