Dreymafinalan í Copa America

Tað verður Argentina, sum skal spæla finaludyst móti Brasil í kappingini um suðuramerikanska meistaraheitið.

Í gjárkvøldið spældi Argentina sína hálvfinalu móti Mexico, og endaði hendan við 3-0 sigri til Argentina. Ikki minst var Lionel Messi í fokus, tá hann við einum perlumáli skeyt Argentina upp á 2-0. Undan hesum hevði Gabriel Heintze skorað til 1-0, meðan Juan Riquelma skoraði seinasta málið í dystinum. Finalan í Copa America verður spæld sunnudagin.