Dreymafinalan

Ársins FA-Cup finala verður ímillum arvafíggindarnar Arsenal og Manchester United. Hetta gjørdist greitt, eftir at bæði liðini vunnu trivaligar sigrar í hálvfinaluni um vikuskiftið

FA-Cup

Enska steypakappingin fer at enda við einum sonnum braki á Millennium Staduim tann 21. mai. Hvørki Sir Alex Ferguson ella Arsene Wenger hava dult fyri, at teir nú leggja størst dent á FA-Cup kappingina, eftir at Chelsea so at siga hevur tryggjað sær meistaraheitið.
Hetta er møguleikin hjá báðum feløgum at bjarga einum annars miseydnaðum kappingarári. Bæði liðini máttu lúta í 1/8-finalunum í Champions League, og meistaraheitið er uttanfyri eygsjón.

Arsenal basti Blackburn
Arsenal vann ein greiðan 3-0 sigur á Blackburn. Men tað var ikki fyrr enn móti endanum, at Arsenal endiliga tryggjaði sær sigurin.
Blackburn spældi sera hart, og fleiri gult kort vóru á lofti. Arsenal megnaði tó at basa Blackburn-liðnum.
Robert Pires legði Arsenal framum fyri steðgin, og Robin van Persie sló sigurin fastan við tveimum málum í teimum seinastu minuttunum.

Eingin ivi hjá United
Manchester United møtti Newcastle United í hinari hálvfinaluni. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. United vann ein uppibornan 4-1 sigur.
Ruud van Nistelrooy, ið ikki hevur spælt upp til sítt besta seinastu tíðina, legði United framum eftir innlegg frá Ronaldo. Scholes økti um munin, tá hann setti høvdið á enn eitt innlegg frá Ronaldo.
Nistelrooy skoraði til 3-0, áðrenn Shola Ameobi minkaði til 3-1. Ronaldo beindi tó allan iva til viks, tá hann skoraði til 4-1.
Newcastle mátti klára seg uttan Lee Bowyer og Kieron Dyer, ið báðir eru leikbannaði eftir ein bardaga teirra millum í dystinum ímóti Aston Villa. Hetta hevði í veruleikanum við sær, at álopsspælið hjá Newcastle gjørdist alt ov tannleyst til at nerva sterku United verjuna.
Liðformaðurin hjá Newcastle, Alan Shearer, misti harvið enn ein møguleika at lyfta eitt steyp fyri Newcastle. Hann hevur eftir níggju ár í Newcastle enn ikki vunnið nakra kapping, og nú yrkisleiðin fer at líða móti endanum, røkist einki fyri, at hesin dreymurin skal gerast veruleiki.