Dreymaferðin gjørdist til eina marru

- Tað eru sjey ár í dag, síðan vit máttu gevast við royndini at rógva um Atlanshavið, sigur Livar Nysted, havrógvari.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.

Livar Nysted, listamaður og havrógvari, hevur eina áhugaverda frásøgn á sínari facebook-síðu um eina hending á havrógving fyri júst sjey árum síðan, tá teir brutu róðrið og noyddust at gevast at rógva um Atlantarhavið.

 

- Tað eru sjey ár í dag, síðan vit máttu gevast við royndini at rógva um Atlanshavið. Vit høvdu róð í 10 dagar og lagt 1000 fjóðringar aftur um okkum. Tað var av bestu róðrarlíkindum, eini 15 metrar um sekundið beint í reyvina, og ferðin var stór á bátinum. Alt var idyl. Vit livdu okkara stóra dreym, og lagið var gott á monnum.

 

Hann sigur, at lítið visti manningin tann morgunin, hvussu teirra dreymatúrur knappliga gjørdist til eina marru.

 

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað so. Eg sat frammi á bógbekki í bagborð og róði, tá eitt sett kom í bátin, og báturin løtu seinni fór tvørur. Leven, sum sat undur liðini á mær, leyp á føtur og fór beina leið aftur á reyv á bátinum at kanna, hvussu var vorðið. "Vit hava mist róðrið", hoyrdi eg hann siga.

 

Livar sigur, at tað fóru nógvir tankar ígjøgnum høvdið ta næstu løtuna, og hannføldi eitt øgiligt vónbrot. Hann visti beinanvegin, at teir fóru ikki at koma langt uttan róður.

 

- Vit fóru beinanvegin til verka at rigga eitt nýtt róður til. Vit gjørdu nakrar royndir at stýra vid eini ár, men tær brotnaðu eftir lítlari løtu. Vindurin var vaksin til einar 20 metrar um sekundið, og aldan gjørdist væl størri, so árarnar hildu ikki. Okkurt annað mátti gerast.

 

Hann sigur, at Leven nú fann upp á at taka kjølin úr bátinum og festa hann á reyvina á bátinum. Eftir nakrar tímar høvdu teir eitt nytt róður. Tað var ein øgilig fløkja av reimun og endum sum hildu kjølinum upp á pláss.

 

- Vit fóru so aftur at rógva, eg og Leven skiftust at stýra, tveir tímar í part. Tað var sera tungt at stýra bátinum vid hond. Vit máttu sita á sjálvari reyvini á bátinum, og hvørja ferð eitt brot kom, breyt tað yvir okkum. Tað var ikki serliga tespiligt at sita har í so ringum veðri og ikki heilt vandaleyst, so lína var bundin í okkum.

 

Livar vísir á, at út á náttina byrjaði tað nýggja róðrið at loysna, og teir máttu gevast at rógva. Tað var ikki hugsingur um at gera nakað við róðrið, og teir gjørdu av at koyra drívakkerið út.

 

- Men, vit sóu nokso skjótt, at hetta kom helst ikki at ganga. Vit høvdu 2000 fjórðingar eftir at rógva, og veðrið var so ringt, at róðrið kom ikki at halda til túrin. Lagið á monnum var alt annað enn gott, og støðan gjørdist ikki betri, tá fjáltur kom á nakrar av monninum.

 

Hann sigur, at teir høvdu ligið nakrar tímar fyri drívakker, tá Leven fór framm í gron at kanna endan, sum helt akkerinum. Ímeðan Leven er har frammi, fáa teir ein stóran sjógv, sum legði allan bátin undir.

 

- Eg var staddur í kabinuni, tá tað breyt. Tá sjógvurin var runnin av bátinum, kom róp í, at Leven var vekk! Eg leyp út á dekkið og royndi at hyggja rundan um bátin. Tað var bølamyrkt, so tað var ringt at síggja nakað. Alt í einum rópar Don: "Leven hongur uttanborða í trygdarlínuni".

 

Hann sigur, at teir fingu hann inn aftur í øllum góðum, men standurin var ikki góður umborð. Fleiri av monnunum høvdu fingið nokk og vildu av bátinum. Teir royndu sum frægast at tosa við menninar, sum ikki vóru so væl fyri sálarliga, men lítið hjálpti. Har var einki at gera.

 

- Morgunin eftir ringdi Leven eftir hjálp. Vit fingu at vita, at eitt russiskt farmaskip hevði kós á okkum, og teir søgdu, at teir vildu taka okkum upp. 12 tímar seinni stóð eg á dekkinum á hesum russiska farmaskipinum, og hesin túrurin um Atlanshavið var liðugur, sigur Livar Nysted á sínari facebook-síðu um midnáttarleitið í gjárkvøldið.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.

- Einaferð út á seinnapartin hendi tað. Eg sat frammi á bógbekki og róði, tá eitt sett kom í bátin, sigur Livar Nysted.