Eg hevði tað nakað so hugnaligt báðu ferðirnar. Skotar eru eitt avbera fitt fólk, sera vinarlig og líkatil. Øll pubmentanin er eisini herlig. Eg eri greiður yvir, at hetta kanska ikki er heimsins mest eksotiska stað, men hugnin í býnum er stórsligin.
Tað er ikki so nógv, sum eg kann nevna sum beinleiðis orsøk fyri at fara aftur til Edinburgh, men tað er bara heimliga kenslan, ið gevur staðnum eitt serligt pláss í hjartanum. Sjálvandi er eisini nógv vakurt í býnum, serliga kring Edinburgh Castle, og har er hugnaligt at ganga túr. Til ber eisini at fara busstúrar í vakra umhvørvinum rundan um býin. Tað einasti minusi er skotski maturin, ið ikki er so øgiliga spennandi. Tó so haggis er ikki so galið.
Niels Uni velur dreymaferðir
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døgum sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitjað aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsa sær at vitja