Kalifornia virkar sera lokkandi fyri meg. Býir sum San Francisco, Los Angeles og sjálvandi Hollywood kenna vit øll úr sjónvarpi og filmum heilt frá barnsbeini. Mentanin, ið er sprottin úr hesum umhvørvið er ivaleyst tann størsta mentanarliga ávirkanin, ið vit hava í okkara samfelagi.
Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at vitja henda stóra og spennandi stat í USA. Í 80árunum var tað serliga býurin Santa Cruz, ið eg vildi sleppa at vitja. Hetta var tá skate board høvuðsstaðurin í heiminum. Í øðrum pørtum av pubertetunum var tað nógvu strendurnar við hálvnaknu kvinnunum, ið vóru spennandi. Eitt sindur vaksnari er tað alt møguligt. Staturin er á tremur við upplivingum, ið bíða eftir mær. T.d. tónleikapallurin í Los Angeles, sum hevur fostrað so nógvar spennandi bólkar. Hetta er mín dreymaferð nr. 1.
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini meira fjarskotin støð sum
Dreymaferðir hjá Niels Una Dam
10 Malaysia
9 Reykjavík
8 Edinburgh
7 Ný Sæland
6 Barcelona
5 London
4 París
3 Helsinki
2 Kina
1 Kalifornia