Fyrsti dysturin í fimta umfari av Effo-deildini varð spældur í dag. Dysturin var á Skála, har uppflytararnir av Skála tóku ímóti oddaliðnum í deildini, HB.
Hóast Skála var væl við stóran part av dystinum, og fleiri ferðir hóttu í HB brotssteiginum, var tað tó HB sum alla tíðina var eitt vet omaná. Í fyrra hálvleiki hevði HB nógv bóltin, uttan at tað nakrantíð gjørdist veruliga vandamikið.
Í hálvleikinum valdi HB venjarin, Jan Dam, at blanda kortini eitt sindur øðrvísi. Hann skifti tá nýggja álopsleikaran hjá HB, Øss Dalbúð, inn. Hetta var samstundis eisini fyrsti dysturin hjá Øssur fyri HB.
Og sigast má, at Øssur Dalbúð fekk eina dreymadebut í nýggja felagnum. Teir 45 minuttirnar sum hann var á vøllinum, megnaði hann at skjóta reint hattrick, soleiðis at endaliga støðan varð at HB vann dystin 3-0.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.