Dreymadagar fyri framman

Leygarkvøldið eru The Dreams við í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin geva teir fløgu út í Danmark. Føroyski punkbólkurin stendur á gáttuni til stóra gjøgnumbrotið í Danmark, og júst teir næstu dagarnir verða avgerandi fyri bólkin

The Dreams hava fingið eina dreymabyrjan á danska tónleikapallinum.

Føroyski punkbólkurin, sum seinasta árið hevur fyrireikað seg til eitt gjøgnumbrot í Danmark, er nú á gáttuni til hetta. Nú skal góða byrjanin brúkast til at fáa veruliga gjøgnumbrotið.

Leygarkvøldið spæla The Dreams í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin kemur fyrsta fløgan hjá teimum út í Danmark. Alt sampakkar væl og skuldi givið bólkinum ein góðan møguleika at sláa til júst nú, og komandi dagarnir verða avgerandi fyri, hvussu lagnan hjá The Dreams í donskum tónleikalívi verður.

- Eg havi hug at síggja tað potentiali í The Dreams, sum mann hevur hug at síggja teimum. Eg síggi stórar møguleikar, og eg haldi eisini, at teir í bólkinum gera tað, sigur Chief 1, sum er framleiðari hjá bólkinum.


Alt peikar frameftir

The Dreams eru komnir langan veg, síðani teir tóku fyrstu fetini sum lívligur punkbólkur í 2004. Árið eftir gjørdu teir vart við seg í MTV-sendirøðini A Cut, og tá ið teir í 2006 spældu kendar føroyskar poppsangir inn í nýggjari punkútgávu, fingu teir stóra gjøgnumbrotið í Føroyum.

Sasasasa, Nummar og Cirkus Tinganes vóru nakrir av sangunum av úgávuni Tazy, sum vóru tráspældir í føroyskum útvarpi, og The Dreams átti við Sasasasa størsta hittið í Føroyum hetta árið.

Á heysti 2006 fluttu tónleikararnir í bólkinum til Danmarkar fyri at satsa upp á tónleikin, og síðani hevur tað gingið støðugt framá.

The Dreams vóru fyri einum ári síðani við í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands, og har hittu teir framleiðaran Chief 1, sum sá stórar møguleikar í bólkinum.

Síðani hava teir í The Dreams arbeitt tætt saman við Chief 1, og úrslitið sæst nú. Bólkurin er við í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin kemur nýggj fløga út við bólkinum í Danmark.


Gera vart við seg

Danska Melodi Grand Prixið er ikki veruligur heimavøllur hjá einum lívligum punkbólki sum The Dreams, men at bólkurin er so nógv øðrvísi enn hini, sum taka lut, gevur teimum nógva umtalu og ein góðan møguleika at vinna.

Endamálið við luttøkuni í danska Grand Prixnum hevur allatíðina verið at gera vart við seg. Grand Prixið í sær sjálvum er einki mál, og ein møguligur sigur leygarkvøldið er bara ein avleiðing av, at tónleikurin hjá bólkinum fangar.

- Tá ið eg sá The Dreams spæla, so ynskti eg, at allir danir komu at hoyra teir og síggja, hvussu góðir teir eru. Og tað er ikki lætt, at koma burtur úr ongum við sínum egna tónleiki og koma út til nógv fólk eftir stuttari tíð. Tað er bara Grand Prixið eftir til tað, og tí valdu vit, at fara við í kappingina, sigur Chief 1.

- Vit hava tosað nógv um luttøkuna í Grand Prixnum, og eg havi sagt við The Dreams, at teir skulu kunna standa inni fyri tí. Teir skulu varðveita sín stíl og sín tónleik, og so ber tað saktans til at verða við í Grand Prixnum. Og tað er júst tað, sum teir hava gjørt. Teir eru ikki ávirkaðir av Grand Prixnum, men hava sítt egna show og sín egna sang við í Grand Prixnum, og tað er týdningarmikið, sigur hann.


Liggja til at vinna

Luttøkan hjá The Dreams í danska Grand Prixnum kann nú enda við, at teir hanga upp á ein møguligan sigur í donsku kappingini.

Fyri viku síðani segði Chief 1 soleiðis um Grand Prix-luttøkuna hjá The Dreams:

- Vit vildu vera tað skeiva innslagið í Grand Prixnum og vísa The Dreams fram, og tað hava vit gjørt. Sangirnir á teirra myspace-síðu hava verið spældir 10.000 ferðir, og tað sama er við teirra framførslu frá Grand Prixnum, sum liggur á YouTube. Og tað er sjálvandi eyka hugaligt, at vit komu í finaluna í Grand Prixnum, og nú kunnu vit vísa enn fleiri fólki, hvat The Dreams eru.

Síðani er tað hent, at fólk eru farin at halda, at The Dreams kann vinna Grand Prixið. Veddingarfyritøkurnar vísa á tveir stórar favorittar – The Dreams og Simon Mathew – og tá ið hugsað verðu um, hvat føroyingar kunnu mobilisera av sms-atkvøðum, so er góður møguleiki fyri, at The Dreams kann vinna í annaðkvøld.

Føroyska songkvinnan Petsi Tvørfoss, um sjálv hevur roynt seg í danska Grand Prixnum heldur, at The Dreams hava ein veruligan kjans at vinna kappingina.

- Mær dámdi sera væl framførsluna hjá teimum. Hon var øðrvísi enn allar hinar, og sangurin var eisini góður. Tað er trupult at siga, hvør fer at vinna, og tað veldst eisini um, hvørjir aldursbólkar fara at atkvøða í kappingini. Um tað verða nógv ung, sum fara at stemma, so hava The Dreams ein góðan møguleika. Og so skulu vit heldur ikki gloyma, at teir fáa nógvar atkvøður úr Føroyum, sigur Petsi Tvørfoss.




Fá smakkiroynd av fløguni

Tann 4. februar kemur nýggja fløgan hjá The Dreams á danska marknaðin. Útgávan hevur fingið heitið Den Nye By. The Dreams hava arbeitt saman við roynda framleiðaranum Chief 1 um tónleikin á útgávuni, og Flemming Rasmussen hevur ljóðblandað tónleikin. Longu nú ber til at hoyra brot úr sangunum á fløguni, og tað kann gerast á myspace-síðuni hjá The Dreams. Har hava teir sett saman eina medley við sangum av fløguni, og tað ljóðar heilt spennandi. Legg leiðina fram við á www.myspace.com/thedreams.




Mugu taka støðu til Serbia

Eftir at The Dreams høvdu spælt seg víðari frá hálvfinaluni í danska Grand Prixnum, segði sangarin í bólkinum, Hans Edward Andreasen, at skuldi tað hent, at bólkurin vann finaluna eisini, so máttu teir geva avboð til europeisku kappingina.

- Vit hava prátað eitt sindur um hetta. Vit tora faktiskt ikki til Serbia at spæla, so eg veit ikki, hvat vit gera, um vit vinna kappingina. Kanska mugu vit bara geva avboð og lata onkran annan fara avstað, segði Hans Edward Andreasen – helst sum skemt.

Men leygarkvøldið kann tað henda, at teir verða noyddir at taka støðu til luttøkuna í europeisku kappingini.