Dreymabyrjan hjá McLaren

Ongland vann ikki minni enn 4-0 á Grikkalandi, tá teir í gjár spældu fyrsta dystin undir leiðslu av Steve McLaren. Nýggi liðskiparin, John Terry skoraði fyrsta málið, áðrenn liðfelagi hansara í Chelsea, Frank Lampard, økti um leiðsluna. Tey bæði seinastu málini skoraði langi Liverpool-framherjin, Peter Crouch.