Dreymabyrjan hjá føroysku U18-kvinnunum

Føroyska U18-kvinnulandsliðið fekk eina dreymabyrjan í EM-undankappingini, sum verður leikt í høllini á Hálsi. Fyrsta dystin vunnu tær trygt 3-0 ímóti Írlandi.

 

Samandráttur úr beinleiðis frásøgnini á Portalinum sæst niðanfyri:

 

1. sett: Føroysku genturnar hava spælt væl betur enn tær írsku, og vunnu tær eisini fyrsta sett fult uppiborið 25-21. Móttøkan hevur koyrt væl og í álopspartinum hevur serliga Bára Silvansdóttir verið ein støðug hóttan og langað fleiri bóltar í gólvið.

 

2. sett: Í øðrum setti var eingin ivi. Føroyar løgdu seg skjótt á odda 8-1, og hóast Írland kom væl við aftur, var leiðslan ongantíð í vanda. Tær føroysku vunnu settið 25-20 og mangla nú bara eitt sett fyri at hava fingið eina dreymabyrjan í EM-undankappingini.

 

3. sett: Eftir eina javna byrjan drógu føroysku genturnar frá, og tað var eyðsæð, at orkan hjá Írlandi var um at ganga undan. Føroyar vann 3. settið trygt 25-18 og harvið dystin uppiborið 3-0.

 

Føroyar skal bara vinna ein av teimum báðum dystunum, sum eru eftir í, so hava tær spælt seg í EM-endaspælið, sum verður í Kýpros á páskum. Í annaðkvøld kl.19.30 møta tær Liktinstein, meðan Luksemburg bíðar leygardagin kl.16.