Grannauppgerðin millum Manchester United og Manchester City var avgjørd av einum máli í heimflokki frá Wayne Rooney. Fyri fyrstu ferð í Premier League søguni møttust Manchester liðini í eini grannauppgerð, har bæði eru í millum trý tey bestu.
Fyrri hálvleikur var javnur og bæði liðini spældu við fyrivarni. Manchester City kom í einar tvær góðar støður tíðliga í dystinum og báður ferð var tað David Silva í royndi seg, men einki spurdist burturúr.
Góðar fimm minuttir hálvleik fekk Manchester United hol á. Manchester United málverjin, Edwin van der Sar, sendi eitt langt útspark í høvdið á Wayne Rooney. Hann stútaði bóltin fyri føturnar á Ryan Giggs, sum við frálíkari avlevering sendi Nani avstað. Í kapprennin við Manchester City verjuna var Nani skjótastur og legði bóltin trygt í málið til 1-0. Eitt frálíkt mál, ið Ryan Giggs átti ein stóran lut í.
Í seinna hálvleiki valdi Roberto Mancini, venjari hjá Manchester City, at sikfta framherjan, Edin
Dzeko, inn. Løtu seinni var hann íblandaður, tá David Silva javnaði fyri gestirnar. Eftir innlegg roynur Edin Dzeko at fáa skot á í brotsteiginum. Bólturin fer beint í ryggin á David Silva og snýtur Edwin van der Sar í málinum. Eitt heppi mál, tí bólturin hevði als ikki kós móti málinum
Manchester United svaraði aftur við at seta toppskorarin í Premier League, Dimitar Berbatov, inn. Tað sum hendi eftir hetta fer í søgubøkurnar. Tólv minuttir fyri tíð leggur Nani bóltin innfyri til Wayne Rooney, sum við einum góðum gomlum saksasparki tryggjaði Manchester United øll stigini. Ikki bara vakurt og týdningarmikið, men í heimsflokki.
Wayne Rooney spældi annars ikki nakran góðan dyst, men tað leggur Sir Alex Ferguson helst einki í eftir hatta málið. Manchester United hevur nú 57 stig á fyrsta plássi, átta stig frammanfyri Manchester City á triðja plássi.
Premier League í dag:
Manchester United ? Manchester City 2-1(1-0)
1-0 Nani, 41
1-1 David Silva, 65
2-1 Wayne Rooney, 78
Dystir seinni í dag:
Arsenal ? Wolverhampton (15:00)
Birmingham ? Stoke (15:00)
Blackburn ? Newcastle (15:00)
Blackpool ? Aston Villa (15:00)
Liverpool ? Wigan (15:00)
WBA ? West Ham (15:00)
Sunderland ? Tottenham (17:30)