Drew stúrdi fyri sanginum

Sjónleikarkvinnan Drew Barrymore fyrireikaði seg væl og virðiliga, tá ið hon skuldi spæla við í filminum Lucky You. Í filminum spælir hon ein songkvinna, sum hevur framførslur í Las Vegas, og hesum stúrdi hon fyri.

Drew hevur áður skula sungið í filmi, men tað gekk so illa hjá henni, at annar sangari mátti leggja rødd til. Hetta hevur plágað Drew í nógv ár.

Tí gekk hon til sangfrálæru í fimm mánaðir, áðrenn upptøkurnar til filmin Lucky You byrjaðu, og hesaferð gekk munandi betur.