Dresden herdi trýstið á Schröder

Kristiligu demokratarnir vunnu valið í Dresden, og tað herðir kravið um, at Gerhard Schröder eigur at siga kanslarastarvið frá sær.

Hýrurin var góður á høvuðsskrivstovuni hjá teimum kristiligu demokratunum í Týsklandi sunnukvøldið, tá tað frættist, at veljararnir í býnum Dresden høvdu flokkinum eitt umboð afturat í samveldisdagin. Valið har bleiv útsett 14 dagar, tí eitt valevni hjá høgraflokkinum NPD doyði beint undan valinum 18. september.

Úrslitið í Dresden ber í sær, at samgongan hjá CDU og CSU hevur 226 umboð í samveldisdegnum ímóti teimum 222 hjá sosialdemokratunum. Í Dresden fekk CDU 36,99 prosent av atkvøðunum, meðan SPD fekk 31,13 prosent.

-Nú eigur Gerhard Schröder at fara frá, so Týskland kann fáa eina stjórn, segði forsætisráðharrin í Sachsen, Georg Milbradt, sunnukvøldið. Men formaðurin í SPD, Franz Múntfering, svaraði, at SPD er framvegis tann størsti flokkurin og eigur tí kanslaran. Ætlandi skuldu sosialdemokratarnir hava fund í leiðsluni í gjár, og støða kanslarans var eitt av evnunum á fundinum.

Politiskir eygleiðarar í Berlin ivast ikki í, at tað endar við einari stórsamgongu ímillum CDU og SPD, men at spurningurin um kanslarasessin má avgreiðast fyrst. Blaðið Die Welt skrivaði í gjár, at partarnir eru vorðnir samdir um fleiri politiskar spueningar. Eitt nú skulu teir vera samdir um at skerja tær almennu útreiðslurnar munandi fyri at skerja hallið á fíggjarlógini. CDU hevur sagt, at tað er neyðugt at skerja útreiðslurnar fyri at lækka skattin, men hesum hava sosialdemokratiskir leiðarar víst aftur.