Komikarirnir Kent Nichols og Douglas Sarine eru farnir undir at skriva handritið til endurinnspælanina av kultklassikaranum ?Attack of the Killer Tomatoes? frá 1978. Tann upprunaligi science fiktionfilmurin snýr seg um eitt ávíst slag av tomatum, ið genetiskt er broytt, og sum nú ger fólk sera ræðslusligin.
Hóast upprunaligi filmurin frá 1978 mangan verður sagdur at vera ringasti filmurin nakrantíð, hevði næsti filmurin í røðini ?Return of the Killer Tomatoes? frá 1988 George Clooney sum høvuðsleikara.
- Vit arbeiða við einum meistaraverki og vit kunnu bert vóna, at vit megna at endurskapa magi?ina, sigur Nichols frá. Hetta verður fyrsti filmur hansara sum framleiðari og tí verður ivaleyst áhugavert at vita, hvussu komikarin klárar seg sum framleiðara.










