Tað liggur á ljóði, at teir, ið hava neytahald, eru noyddir at halda uppat, tí tað lønar seg ikki sum er. Inntøkurnar strekkja ikki til tær útreiðslur, ið eru, og sostatt einki til sjálvan bóndan.
Sum skilst hevur hetta verið lagið í longri tíð. Tá so er, er ikki nakað at siga til, at hesir menn missa mótið. Lítið er, sum er, eftir úti á bygdunum, skulu nú bnøndurnir hvørva eisini, so hoyrir tað heila uppat. Landsins myndugleikar hava eitt at gera, tað er at lata mjólkaframleiðararnar fáa ein styrk upp á tvær krónur fyri liturin frá byrjanini av hesum ári.
Gerast hesi fólk arbeiðsleys, er tá nakar munur á tí, tey eiga í arebiðsloysisstuðuli og tað mjólkastudningurin verður at kosta landinum? Smábygdirnar hvørva so líðandi.
Vit eru brátt einans gomul fólk eftir, ið her balast. Ein uggi er, at bøndurnir hava nógv neyt, so teir sláa ein part av tí grasi, ið annars hevði staðið ósligið. Verða neytini avtkin, so doyr ein partur av tí lívi, sum annars er eftir, og tá er lítið vunnið. Tá lønir kunnu koma upp á millum 50.000 og 60.000 pr mánað, og fólk kunnu ferðast lond og ríki runt um ein part av knøttinum, skuldi man trú, at nakað var til tey, ið ikki fáa endarnar at røkka saman.
Tað er ikki nakað lætt arbeiði at vera bóndi. Tað er einans hugurin, ið drívur verkið, So høgar mánaðarlønir við teimum tilleggum, ið hartil hoyra, er næstan tað sama sum ein einsamallur pensionustur fær fyri eitt heilt ár. So sigast má, at mannamunurin er lítið broyttur, hóast samfelagið er nógv broytt.
Verða neytini avlívað, er tað stór skomm. Tá kunnu teir ráðandi siga við salmistinum: Herre jeg har handlet ilde.