Í løtuni verður ein lítil grind hildin til í Hvannasundi.
Tað var fyrr í morgun, at boðað varð frá grind í Svínoy. Tað vóru fólk á landi sum sóu grindina út fyri Eiði í Svínoy, sigur løgreglan.
Grindaformenninir í Norðoyggjum fingu boðini og avgjørt var at fara eftir henni. Tað eydnaðst at reka hana til Hvannasund, og har verður grindin hildin til í løtuni.
Løgreglan metir, at grindin er einar 30 - 40 hvalir.