Fyri trimum árum síðani segði næstovastin í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, at felagsskapurin hevði ongantíð dripið ósekar muslimar. Skuldi tað kortini hent, so er tað av misgáum, segði hann.
Men ein amerikonsk kanning vísir, at nógv tey flestu, sum lótu lív í álopum hjá al-Qaeda í árunum frá 2004 til 2008, vóru muslimar. Av teimum 3.010, sum lótu lív í álopum hjá al-Qaeda, vóru bara 15 prosent vesturlendingar.
Nógv tey flestu, sum doyðu, vóru muslimar, og tað er sambært kanningini orsøkin til, at nógv í tí muslimska partinum av heiminum venda hugsjónunum hjá al-Qaeda bakið, skrivar AP.











