Fiskivinna
Tað hevur gingið væl hjá garnaskipinum Drelnesi at fiska, síðan Gudmund Mortensen keypti skipið, ið er fyrrverandi Jónrit og Akraborg.
10 mans eru við skipinum, og skipari er Janus Sørensen.
Nú skipið loysti aftur týskvøldið, er manningin hin sama, sum var umborð vanlukku túrin, tá ið teir fóru av Tvøroyri og skuldu út at draga gørnini, men endaðu uppi á eystara armi á Byrgishavn.
Gudmundur Mortensen, reiðari, sigur, at skipið er umvælt á Tórshavnar Skipasmiðju, og at skaðin tíbetur ikki var so umfatandi, sum menn stúrdu fyri.
Sum skilst, kostar umvælingin nakrar hundrað túsund krónur, men aftrat hesum kemur so mista fiskitíðin.
Góð inntøka
Tað var 1. juni í 2006, at Gudmundur Mortensen yvirtók Drelnes, sum tá kallaðist Jónrit og var heimahoyrandi á Strondum.
Síðan 1. juni í fjør hevur Drelnes gjørt 20 túrar á garnaveiði, og hetta tíðarskeiðið hevur manningarparturin verið slakar 300.000 krónur. Ella sagt á allan hátt hevur daglønin hjá teimum, sum hava verið við skipinum hesar 175 dagarnar, verið 1696 krónur.
Tað er ófør inntøka.
Daglønin umborð á Jónrit, sum skipið kallaðist fram til 1. juni 2006, var 1564 krónur.
Tølini siga okkum, at skipari og manning einki hava at skammast yvir, tá ið ræður um fiskiskap og inntøku.