Tað er brek á UV-anlegginum hjá Runavíkar kommunu.
Hetta merkir, at vatnmeistarin í kommununi í dag mælir til, at drekkivatnið í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum skal kókast, áðrenn tað verður drukkið.
Vatnmeistarin sigur, at talan er um drekkivatnið í bygdunum Lamba, Lambareiði, Glyvrum og Runavík.
Mælt verður til, at drekkivatnið verður kókað í hesum bygdum, til nærri boð verða givin.










