Eysturkommuna boðaði í morgun frá, at drekkivatnið í Syðrugøtu, Gøtugjógv, Norðagøtu og undir Gøtueiði er dálkað.
Andreas Andreasen, tekniskur leiðari í Eysturkommunu, sigur, at royndir vístu at bakteriur vóru í vatninum, og tí varð avgjørt at senda fráboðan út til borgararnar.
- Tað var bara ein bakteria í vatninum, men tað skal jú ikki vera nøkur. Tí valdu vit beinanvegin at boða borgarunum frá, umframt at seta okkum í samband við dagstovnar, eldrasambýli og onnur, sum eru serliga viðkvom fyri dálkaðum vatni, sigur hann.
- Vit hava tó tikið eina nýggja roynd í morgun, sum vísti, at vatnið var reint, men royndin má váttast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, áðrenn vit kunnu endaliga boða frá, at vatnið kann drekkast aftur, sigur Andreas Andreasen.
Hann greiðir frá, at Eysturkommuna millum annað hevur tømt brunnarnar og roynt at skola rørini, og vónar, at hetta hevur loyst trupulleikan.
- Hetta er tann tíðin á árinum, tá vit hava trupulleikar av dálkaðum vatni. Soleiðis er hvørt ár síðst í august og fyrst í septembur, og mugu vit vera serliga ansin hesa tíðina, tá nógv regn og yvirflatuvatn rennir oman í vatnbrunnarnar, greiðir Andreas Andreasen frá.
- Eg vóni, at vit fáa svar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í dag, men vit mugu bara bíða, inntil tey hava havt møguleikan at kanna royndina, vit tóku í morgun, sigur hann at enda.










