Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, ið kemur úr Havnardali. Mælt verður tí til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.
Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Úrslitini av seinastu drekkivatnskanningini fyriliggur í morgin, fríggjadagin 4. august.
Fylg við á síðu okkara um drekkivatn, skrivar torshavn.fo millum annað.
Á kortinum, myndini, sært tú, hvørji øki eru rakt av dálkingini.
Nærri kunning er á torshavn.fo.










