Drekkivatnið á Tvøroyri skitið í langa tíð

Drekkiðvatnið á Tvøroyri hevur verið skitið í meiri enn eitt ár. Tað vísa skjøl, sum in.fo hevur fingið innlit í. Í samskifti millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Tvøroyrar kommunu kemur fram, at tað í mai í fjør vóru umleið 200 húski, sum ikki fingu reinsað vatn.


Í vikuni ávaraði kommunulæknin á Tvøroyri, Arnhold Olavsson Jensen, at drekka vatnið í kommununi, tí hann metti, at tað var so skitið, at tað var heilsuskaðiligt.

- Hetta er í besta føri uttan virðing fyri borgaran og í ringasta føri beinleiðis vandamikið fyri onkran. Eg skilji ikki, at kommunan kann leggja so lítið í borgaran. Antin er talan um vantandi vilja frá kommununi ella vantandi førleika. Veit ikki hvat er verri. Havi roynt at tosa við øll í kommununi, men eingin leggur í, segði Arnhold Olavsson Jensen millum annað í almennari fráboðan á Facebook.


Men sum samskiftið millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Tvøroyrar kommunu vísir, so er hetta á ongan hátt ein nýkomin trupulleiki. Heilsufrøðiliga starvsstovan vitjaði Tvøroyrar kommunu 2. mai í fjør.


Í skrivi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til Tvøroyrar kommunu dagfest 15. mai 2012, heitir Heilsufrøðiliga starvsstovan á Tvøroyrar kommunu ”... um at betra um viðurskiftini í samband við drekkivatni í kommununi...”. Síðani fylgjandi átta punkt nevnd, sum skulu fáast í rætt lag.


  1. Kommunan eigur at hava samskifti við Heilsufrøðiligu starvsstovuna tøkt á staðnum.

  2. Kommunuan eigur at gera eina ætlan og meta um, hvussu kommunan klárar at veita nýggja pelagiska virkinum nóg mikið av vatni við núverandi vatnveiting.

  3. Kommunan eigur at gera eina ætlan við tíðarfreistum yvir, hvussu rávatnið skal verjast betur og vatnleiðingar, sum liggja omaná vøllinum.

  4. Kommunan eigur at verja og reinsa áarinntøk betur.

  5. Kommunan eigur at leggja lok á opnu brunnarnar.

  6. Hondvask við flótandi hondsápu og pappírshondkløðum eigur at verða í reinsiverkinum.

  7. Kommunan eigur at kunna borgarar betur um dálkað drekkivatn.

  8. Kommunan eigur at gera eina betur sýnistøkuætlan fyri drekkivatn, sum umfatar alt vatn, sum verður veitt borgarum.


Okkurt bendir tó á, at viðurskiftini við drekkivatninum ikki eru komin í rætt lag enn. Í øllum førum gjørdi kommulæknin á Tvøroyri fyrr í vikuni greitt, at hann ikki metti støðuna við drekkivatninum vera nøktandi.


- Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu. Og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nakað við hetta, ella mugu tit liva við avleiðingunum av einki at gera, segði Arnhold Olavsson Jensen.