Sandavágur hevur nú fingið sóttreinsað drekkivatn. Reinsiverkini vórðu sett í gongd fyrrapartin hósdagin Fyrrapartin hósdagin vórðu reinsiverkini við vatnbrunnarnar í Sandavági sett í gongd. Sandavágur hevur sostatt fingið sóttreinsað drekkivatn.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur, at bygdin hevur havt sera reint vatn, tí talan er um kelduvatn. Men kortini er gjørt av at seta UV-filtur upp við brunnarnar, bæði Giljamegin og heimanfyri. So nú verður alt drekkivatn í Sandavági UV-strálað.










