Drekka minni mjólk

Tað er ikki bara í Føroyum, at tosað verður um, at skúlabørn drekka minni mjólk enn fyrr.

Soleiðis er eisini í Noregi. Har vísir ein kanning, at í 1997 drukku 79 av teimum norsku skíulabørnunum mjólk fleiri ferðir um dagin, men í dag eru tað bara 45 prosent av skúlabørnunum, sum gera tað. 34 prosent av børnunum siga, at tey drekka ongantíð mjólk, áðrenn tey fara í skúla. 22 prosent siga, at teimum dámar ikki mjólk. Tað søgdu 13 prosent fyri seks árum síðani.

Tað eru ikki bara børnini, sum drekka minni mjólk nú enn fyrr. Støðan hjá foreldrunum er tann sama. Í kanningini í 1997 søgdu 54 prosent av foreldrunum, at tey drukku mjólk meiri enn einaferð um dagin. Nú eru tað bara 26 prosent av foreldrunum, sum fáa sær mjólk meiri enn einaferð um dagin.