Drekka meiri

Í juli ársfjórðingi drukku norðmenn 70,3 milliónir litrar av øli, og tað er 1,4 millión litrar fleiri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Vínsølan vaks eitt prosent og var 15,2 milliónir litrar. Norðmenn drekka eisini meiri brennivín nú enn í fjør. Í juli ársfjórðingi vórðu seldir 2,9 milliónir litrar av brennivíni, og tað var eitt lítið prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í 2005.