Drekka kranavatn á Oyggjaleikunum

Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum hava í bóklingi – í samband við leikirnar Álandi um slakar tveir mánaðir – mælt til, at allir íðkarar, hjálparar og áskoðarar drekka vatn úr krananum, heldur enn at keypa vatn í fløskum. Endurfyllingar fløskur verða lætnar øllum luttakarunum á oyggjaleikunum. Grundgevingin fyri, at mælt verður til at drekka vatn úr krananum, er, at tað er meiri umhvørvisvinarligt, og at vatni á Álandi er gott og kann drekkast uttan at heilsuvanda.