Drekka illa umborð á donsku herskipunum

Tær strongu rúsdrekkareglurnar verða ikki hildnar umborð á øllum skipunum. Við at kanna proviantlistan hjá donsku hersakipunum er blaðið Nyhedsavisen komið eftir, at herskipini keyptu 5.500 litrar av brennivíni og 107.000 ølfløskur í árunum frá 2003 til 2005.

Tað er sambært blaðnum nóg mikið til at geva hvørjum manni tríggjar snapsir ella tríggjar

Mitchell Jacobsen, sum var kokkur við ?Triton? í fjør, váttar fyri blaðnum, at tað var ofta veitsla umborð, tá kipið lá inni. Hann sigur, at veitslurnar kundu vera sera váttligar, og at menn fóru í býin aftaná, sjálvt um teir skuldu sigla dagin eftir.

Herflotaleiðslan heldur ikki, at støðan er so ring og sigur, at skipini brúka nógv brennivín og øl til móttøkur.

-Teir ána ikki, hvat fer fram umborð á skipunum, sigur Mitchell Jacobsen.