Drekk átta gløs av vatni dagliga

Er tað eins sunt at drekka fruktdjús sum at eta fruktina sum hon er? Hvat kann gerast fyri at stýra trongdini til at eta søtmeti? Er frystur matur eins góður og frískur matur?


Er fruktdjús eins sunt at drekka og at eta fruktina sum hon er?
Djús er eins sunt, um fruktin verður pressað og drekkin beinanvegin. Fruktdjús, ið verður keypt í handlunum, er viðgjørt fyri at drepa evt. bakteriur (pasteuriserað), og er tí ikki so sunt sum at eta vanliga frukt.
 
Hvat kann gerast fyri at stýra trongdini til at eta søtmeti?
Tað er ikki neyðugt heilt at gevast við at eta søtmeti, men bert at finna nøkur alternativ, sum t.d. frukt, proteinbarrir og ristaðar soyanøtur. Minst til at tað tekur millum tríggjar og seks vikur at bróta ella fáa ein nýggjan vana.
 
 
Hvat er munurin á vitaminum og mineralum?
Vitaminir eru oraniskar (lívrunnar) og stava frá tilfari úr plantum og djórum ella substansum sum einaferð vóru livandi sum t.d. kol, meðan mineralir eru ikki lívrunnin.
 
 
Kemur turr húð av at vánaligum kostvanum?
Turr kann koma av tørvi á týdningarmiklum feittsýrum, tí tað í staðin verður etið ov nógv av mettaðum feittsýrum. Hetta kann bøtast upp á við at eta meira av feitum fiski sum t.d makreli, sardinum, laksi, sild ella fiskaolju.  
 
 
Hvussu stór er ein portión?
Tað er ógvuliga individuelt. Tørvur á mati er treytaður av t.d. aldri, stødd, kyni,  heilsu og hvussu nógv ein rørir seg.
 
 
Er frystur matur eins góður og frískur matur?
Ja, tað hann væl vera. Um maturin t.d. ikki hevur verið rætt goymdur ella hevur ligið ov leingi á goymslu, kann frysti maturin innihalda meira av føðsluevni enn tann "fríski".
 
 
Hvussu kann beinbroyskni (knogleskørhed) fyribyrgjast?
Beinbroysknikann fyribyrgjast við at eta mat við kalsium innihaldi, sum t.d mjólk, ost, sardinir og grønsakir, serliga salatbløð
 
 
Hvat kann gerast fyri at hava eitt sunt hjarta, tá vit eldast?  
Vel ein kostplan við økologiskum, frískum og dygdargóðum føðivørum.
Et fisk minst tríggjar ferðir um vikuna og drekk minst átta gløs av vatni dagliga.
Být vanliga borðsaltið út við mineralsalt við lágum natriuminnihaldi og fá nokk av kropsvenjing.
 
 
Hví kenna vit okkum ofta so uppfylt eftir at hava etið høvuðsmáltíðina?
Orsøkirnar kunnu vera nógvar og ymiskar, sum t.d stress, sinnistyngd ella vanlig møði, sum kunnu ávirka frígering av magasýruni. Ella kann tað vera ein ov stór máltíð ella ein máltíð, ið inniheldur ov nógva sýru. Tað hjálpir eisini at eta minni.      
 
 
Kelda: www.nyggjanfigur.nu